Var hatta rætt um miðnámsskúlar, Jógvan?

- almennur fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni

Í Degi og Viku týskvøldið 20. juni segði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, at hendan samgongan hevði nýtt 250 mió. kr. til at byggja miðnámsskúlar fyri.? ?Fari tí at biða Jógvan á Lakjuni um at leggja fram prógv fyri hesum uppáhaldi. Hvar og hvussu hevur sitandi samgonga nýtt 250 milliónir til miðnámsskúlabygging síðani hon tók við – altso frá februar 2004 til januar 2008?? ?Somuleiðis fari eg at biða landstýrismannin vátta ella avsanna hesar upplýsingar:? 

Er tað rætt, at lógaruppskot til  útbyggingar av øllum miðnámsskúlunum lógu klár, áðrenn Jógvan á Lakjuni tók  við sum landsstýrismaður í 2004?

Er tað rætt, at eitt liðugt álit og  uppskot um skúladepil í Marknagili fyri Studentaskúla, Tekniska Skúla og  Handilsskúla varð gjørt í undanfarnu samgongu, har allar skúlaleiðslur tóku  lut og vóru samdar?

Er tað rætt, at politisk semja var um at  fremja hetta beinanvegin – eisini frá Fólkaflokkinum, og at byrjast skuldi í  2004 – og at verklagslógin lá klár?

Er tað rætt, at Tjóðveldi longu í 2004  legði hetta uppskotið um skúladepil við studentaskúla fyri tingið í hesum  valskeiðnum og einaferð enn í 2006, men at tað varð felt í báðum  førum?

Er tað rætt, at um tingfólk stóðu frítt,  so var stórur meiriluti fyri uppskotinum, men einstakir tingmenn blokera málið  í samgonguni?

Er tað rætt, at Jógvan á Lakjuni ístaðin  hevur lagt uppskot fram um (sum samgongan hevur samtykt), at Føroya  Handilskúli og Tekniski Skúli skulu taka lán til at byggja hølir í Marknagili,  har landið skal rinda rentur og avdráttir – og at hetta kostar landskassanum  60 milliónir krónur eyka í rentum, heldur enn at fíggja tað yvir  fíggjarlógina?

Er tað rætt, at byggingin av hesi  lánsfíggjaðu verkætlan í Marknagili ikki er byrjað?

 

Er tað rætt, at Jógvan á Lakjuni legði  uppskotið fram, har longu byrjaði Miðnámsskúlin í Vági varð støðgaður av  samgonguni – hóast hann var samtyktur og annars hevði staðið liðugur í  2006?

 

Er tað rætt at henda avgerð hevur kostað  landskassanum nógvar eyka milliónir til fánýtis – og skúlaungdómi í Suðuroy  nógv mist ár við góðum skúlakørmum?

 

Er tað rætt, at støðgingin og útsetingin  hjá landsstýrinum av skúlabygging hevur stóran eykakostnað fyri skattgjaldaran  við sær, tí at byggikostnaðurin er vaksin almikið í bíðitíðini – orsakað av  einum óstýrdum búskaparpolitikki frá sama landsstýri?

Og at enda: Heldur Jógvan á Lakjuni, at tað er í samsvari við sannleikan, tá hann vil vera við, at henda samgongan hevur loyst trupulleikaranar hjá miðnámsskúlunum – og at nú er bara Hoydalar eftir?? ?Ella telur tað eisini við sum loysnir at støðga og forhála skúlabygging við stórum eykakostnaði fyri landið og mistum áhuga og ørkymlan hjá næmingum og starvsfólki?? ? ?