- Ein avgerð kann ikki føra til tvey ymisk úrslit. Niðurstøðan hjá TAKS merkir, at eigararnir skulu skattast tvær ferðir, sigur Christian F. Andreasen, sakførari hjá Vinnuni, sum eigur Varðan.
Vinnan og TAKS hittust í dag í Eystara Landsrætti í einum sakarmáli, sum kann vera vert eini 300 milliónir krónur.
Stríðið snýr seg um, hvussu nógv eigararnir av Varðanum skulu rinda í skatt, um teir velja at selja fyritøkuna.
Í 2005 seldu eigararnir av Varðanum partabrøvini í fyritøkuni til Vinnuna, eitt felag, sum teir eisini áttu sjálvir, fyri 250 milliónir krónur. Í 2006 løgdu hesi bæði feløgini saman aftur.
TAKS góðtók ikki hesa søluna og segði, at talan var um vinningsbýti. Munurin er, at sølan av partabrøvum var skattafrí, men vinningsbýti skuldi skattast. Hetta byrjaði eitt drúgt sakarmál, sum endaði í 2015, tá Hægsti Rættur gav TAKS viðhald. Sostatt segði Hægsti Rættur, at talan ikki var um sølu, men um vinningsbýti.
Her byrjar so næsti partur av sakarmálinum, men nú skifta partarnir síðu. Nú førir Vinnan fram, at um partabrøvini ikki blivu seld í 2005, so kunnu tey seljast í dag, og eru framvegis umfataði av undantaksregluni í skattalógini, sum sigur, at skattur einans skal rindast av virðisøkingini síðani 2007.
Hetta góðtekur TAKS tó ikki og sigur, at frá 2005 til 2006 átti eitt annað felag partabrøvini, tí er talan um eina sølu, hóast Hægsti Rættur seinni umstoytti søluna.
Vinnan førir fram, at tað kann ikki vera rætt, at tey fyrst skulu rinda skatt, tí at partabrøvini ikki blivu seld, og nú aftur skulu rinda skatt, tí partabrøvini kortini vórðu seld.
Eitt grannskoðaravirki hevur mett, at virði á Varðanum 1. januar 2007 var 890 milliónir krónur. Tí snýr sakarmálið seg um eitt møguligt skattligt virði á góðar 300 milliónir krónur. Sambært seinasta roknskapinum hjá Varðanum er virðið á fyritøkuni í dag 1,25 milliardir krónur.