Tíðliga sunnumorgunin byrjaði kombineraða nótaskipið og trolarin Jupiter at landa tey 700 tonsini av svartkjafti, sum skipið hevur fiskað, til Varðan Pelagic á Tvøroyri.
Hetta er fyrsta svartkjaftalastin í ár, og hetta er samstundis fyrstu ferð, at Varðin Pelagic tekur ímóti svartkjafti yvirhøvur.
- Nú verður høvi at innstilla maskinur og annað til hetta virksemi, sigur Varðin í Gøtu.
Lagt verður aftrat, at Jupiter hevur roynt stívliga 100 fjórðingar suður úr Suðuroynni, og á leiðini eru eisini Fagraberg, Tróndur í Gøtu og Næraberg.
Á leiðunum nakað syðri eru tvey russisk skip sum eisini royna eftir svartkjafti.
- Tað hevur verið hampiligt fiskiveður sunnan fyri, tó nakað av vindi, og aldan hevur ligið um 4-5 metrar. Tróndur í Gøtu fer væntandi skjótt at sigla við last, sigur Varðin í Gøtu.
Manningin á Jupiter mynstrar væntandi aftur einaferð seinnapartin í dag.