Varðin Pelagic boðar frá, at nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri verður liðugt sum ætla 1. juli, og tí verður boðið til almenna móttøku hendan dagin millum klokkan 15 og 18. Tá verður høvi hjá øllum, sum hava áhuga at koma inn á virkið at síggja, hvussu sær út, áðrenn framleiðsla byrjar dagin eftir, mánadagin 2. juli. ??
– Endalig avgerð varð tikin at byggja virkið tann 6. januar í ár. Og nú knapt hálvt ár seinni stendur virkið liðugt, klárt at taka ímóti fiski. Sjálv byggitíðin er einans 14 vikur, sigur Tórheðin Jensen á Varðin Pelagic.