Sleppur Varðin Pelagic á Tvøroyri ikki at byggja út, kann tað vera torført hjá føroyingum at fiska alla kvotuna av uppsjóvarfiski í ár og tað verður til stóran skaða fyri grundarlagið undir samráðingunum um kvotuna fyri 2014.
Tað er ein grundgeving, Tvøroyrar Kommuna brúkar í umsóknini til Kára P. Højgaard, landsstýrismann í innlendismálum, í dag um at framskunda ætlanina at fylla kaihylin á Tvøroyri út, so at frystigoymslanum hjá Varðanum Pelagic kann byggjast út.
Landsstýrismaðurin hevur heimild at stytta tíðarfreistina niður í tvær vikur í sambandi við broytingar í byggisamtyktini, tá ið stór vinnulig og samfelagslig virði eru í vanda fyri at fara fyri skeyti.
Samstundis skulu klagur ikki hava steðgandi virknað, so gongur sum ætlað, kann útfyllingin byrja fyrst í apríl.
Býráðið sigur, at eitt týðandi atlit í samráðingunum við ES um uppsjóvarfisk, er, at londini, sum fiska, eisini klára at fáa veiðina til høldar.
Tí er neyðugt at Varðin fær økt munandi um framleiðsluorkuna Og nettupp tað er endamálið við útbyggingini, tí verður hon framd, verður framleiðsluorkan
næstan tvífaldað, úr 600 tonsum um samdøgurið, til 1000 tons um samdøgurið.
Sleppur Varðin ikki at byggja út, verður samstundis vandi fyri stórum tapi hjá virkinum, arbeiðsfólkinum, Tvøroyrar Kommunu og Suðuroy sum heild.
Sleppur Varðin ikki at byggja út, er ítøkiliga avleiðingin, at ein íløga upp á 15 milliónir í eina frystigoymslum og ein íløga upp á 20 milliónir í nýggja djúphavn, verða ikki gjørdar.
Harafturat verður Varðin noyddur at leggja stilt ávísar tíðir, tí frystiorkan er ov lítil og tað fer at elva til stóran miss hjá virkinum og hjá arbeiðsfólki.
- Varðin fór undir virksemið á sumri í fjør og í fjør rindaði virkið 25 milliónir í lønum.
- Í ár fer virkið væntandi at rinda 50 milliónir í lønum, sigur Tvøroyrar Býráð í umsóknini, sum er handað Kára P. Højgaard í dag.