Hóast Zlatan Ibrahimovic er farin til LA Galaxy og USA at halda lív í yrkisleiðini, so er svenski áleyparin at kenna aftur. Bæði fyri flottu málini og góðu evnini á vøllinum, men nú eisini fyri sítt illsinni.
Um vikuskiftið bleiv hann útvístur í MLS dystinum móti Montreal Impact, eftir at dómarin hevði sæð støðuna umaftur við VAR-skipanini. Á upptøkunum sæst, at Zlatan Ibrahimovic slær mótstøðuspælaran í nakkan, eftir at hesin hevur traðkað á Zlatan Ibrahimovic. Verjuspælarin hjá Montreal Impact fær gult kort fyri sín lut, meðan svenski áleyparin fær beinleiðis reytt kort.
Zlatan Ibrahimovic hevur annars sligið sítt navn fast í USA, eftir at hann skiftið til LA Galaxy. Hann byrjaði við at skjóta tvey mál í grannauppgerðini móti Los Angeles FC, har tað fyrra var ein sonn perla av einum langskoti.
Síðani hevur hann verið at sæð í fleiri av kendastu sjónarpssendingunum, har hástóri atburðurin hevur hugtikið fótbóltsáskoðaran í Amerika. Men so sum oftani fyrr, so fylgir nógv við í pakkanum, tá tú keypir Zlatan Ibrahimovic.
LA Galaxy vann annars dystin mótiMontreal Impact 1-0, eftir at Zlatan Ibrahimovic bleiv útvístur.