Millum fremstu verjuspælararnar fyrst í hesari øldini var Herbert í Lon.
Herbert í Lon var eisini partur av góða B36-liðnum í 2005 og í 2006 sum spældi seg víðari í bæði UEFA Cup og Champions League kappingini.
Í 2006 møtti B36 Fenerbache í øðrum undanumfarinum í Champions League kappingini, aftaná B36 hevði vunnið samlað 5-2 á Birkirkara úr Malta.
Fenerbache vann samanlagt 9-0 á B36, 4-0 heima og 5-0 á Tórsvølli. Men fyri Herbert í Lon er tað millum fremstu upplivingarnar hann hevði sum fótbóltsspælari at sleppa at møta einum so góðum og sterkum liði.
Men Herbert í Lon mátti passa sítt arbeiði sum løgreglumaður tá hann spældi við B36. Tá Fenerbache kom til Føroya var kravið, at tveir motorsúkkluløgreglumenn fylgdu bussinum hjá Fenerbache av flogvøllinum til Havnar. Hópurin hjá Fenerbache og turkisku miðlamennirnir blivu púrasta paff tá teir funnu útav, at ein av spælarunum hjá liðnum Fenerbache skuldi spæla ímóti mátti verða motorsúkkluløgreglumaður hjá teimum.
TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Herbert í Lon áðrenn dysturin millum B36 og Besiktas fór í gongd.