Góðu studentar og góðu foreldur - hjartaliga tillukku!
Tá ein skal tosa um ungdóm og lærdóm, er prædikarin hjá Sálomoni í gamla testamenti ein tann klókasta bókin, ein kann leita sær til.
Tá hann skrivaði var Salomon ein gamal maður - og høvdu tit møtt honum høvdu tit helst hildið hann verið "a grumpy old man".
Tí hóast hann sær alla tað gleði menniskju kunnu njóta, og hóast hann viðurkennir, at tað sanniliga gevur menniskjum veruliga gleði at eiga nógv, at vinna sær heiður og viðurkenning, at fáa kunnskap, at eta væl, at fáa, sum hann tekur til, "konur og tað nógvar" (tit høvdu nokk sagt at skora nógv...), so kemur kemur tann gamli maðurin til ta niðurstøðu, at alt er fáfongd.
Menniskjalig góðska verður ikki afturlønt, vísdómur verður ikki virdur - og rættvísi má víkja fyri órættvísi.
Og um vit vinna okkum vísdóm og royna at verða rættvís, ja, so verða tey rættvísu gomul júst sum tey órættvísu. Bæði dovin og arbeiðssom verða sjúk, øll doyggja - og øll verða gloymd til síðst.
Vit eru kompleksari enn dýrini sum vit eta til døgurða - men tað gongst okkum akkurát, sum tað gongst teimum. Okkara tragiska lagna er langt síðani fastløgd.
Hesar lívsins kynisku grundtreytir eru ein veruleiki sum øll menniskju skúgva frá sær - men prædikarin leggur hann naknan og eirindaleysan fram.
Livið meðan tit liva
Og hvat so? Er alt so fullkomiliga líka mikið? Skulu vit bara leggja okkum at doyggja? Skulu vit bara draga gardinurnar fyri og steðga showinum?
Nei, tí fyri tað um okkurt ikki varðar í allar ævir, so er tað veruligt, her og nú, meðan vit uppliva tað. Meðan tað er.
Tað ljóðar banalt, men at vera meðan mann er og liva meðan mann livir - "at være samtidig med sig selv", som Kierkegaard sigur - tað er tann størsti kunsturin av øllum!
Tær yvirskipaðu treytirnar kunnu vit einki gera við - men ta lívsins gávu sum vit fáa kunnu vit nýta bæði væl og minni væl.
Og tí sigur prædikarin - eftir at hava ramsa alla elendigheitina upp:
"Gleð teg, unglingi, í ungdómi tínum, og lat hjarta títt vera í góðum lagi á vári lívsins! Far, hagar sum hjarta títt lystir, og njót tað, ið eygu tíni síggja!"
Prædikarin hevur eisini religiøsa ráðgeving - men tað hann sigur um lívið og tað at liva, kunnu øll taka til sín.
Og duga tit at liva meðan tit eru ung og leys og hava allar møguleikar standandi opnar - so fáa tit ikki bara ein ríkan ungdóm, men eisini eina goymslu av upplivingum, sum tit kunnu oysa av alla ta tíð, tit eru her.
Tá eg hugsi um tíðina sum er farin síðani eg var studentur, so er ikki nógv av tí, eg havi gjørt hesi 22 árini, sum eg angri. Men tað er ein hundans rúgva eg angri, at eg ikki gjørdi tá eg kundi!
Og spyrja tit foreldrini hjá tykkum, so siga tey tað sama. Tað ikki tað, tey gjørdu, men tað, sum tey ikki tordu ella ikki fingu í lag.
Prædikarin sigur víðari við tykkum sum eru ung: "Lat gremju víkja frá hjarta tínum, og halt plágu burtur frá likami tínum! Tí ungdómur og morgunroði eru fáfongd."
Tann vakri morgunroðin er fáfongd - vissi vit vilja halda honum føstum og goyma hann sum eina ogn vit. Men ikki vissi vit njóta hann meðan hann er og góðtaka, at hann fer tá hann fer.
Tann ungdómur sum tit hava - hann er lívsins morgunroði. Tað er fáfongd at ynskja at hann ikki endar - men tað er vísdómur at virðismeta hann meðan hann er, soleiðis at tit, tá hann er farin, kunnu siga: Hatta var gott! Hatta var stuttligt! Hatta var spennandi!
Tí mugu tit ikki loypa ungdómin um. Roynið hetta og hatta og ferðist og upplivið í nøkur ár!
Húsini og børnini og útbúgvingin og starvið - tað fer ongan veg. Tit hava 50 ár til tað!
Ungdómurin er stuttur. Men duga tit at virðismeta hann og eru opin og eitt sindur djørv, so verður henda stutta tíðin líka hugtakandi sum morgunroðin ein vakran dag.
Sirkus upp á breyð
Javni hevur í nøkur ár givið ein kalendara út við myndum og nøkrum góðum orðum fyri hvønn mánað, søgd av menningartarnaðum.
Sitatið fyri mars mánað í fjør var: “Lívið skal vera sirkus upp á breyð. Vissi mann ikki kann hava tað stuttligt (...), so burdi mann gjørt okkurt annað”.
Við allari virðing fyri Salomon, so haldi eg, at hetta er líka væl sagt.
Tann sum ikki dugir at syngja burdi gjørt okkurt annað. Tann, sum ikki dugir at smíða, burdi gjørt okkurt annað. Og tann, sum ikki dugir at liva - ja, hann burdi eisini gjørt okkurt annað!
Tað er ikki altíð líka lætt at liva. Men tað er ikki tað, sum er avgerandi. Tað er hugburðurin. Tað er heldur ikki lætt at vera menningartarnaður - men fyri tað kann mann hava tann rætta hugburðin.
Gerandisdagin kunnu vit einki gera við - hann kann viðhvørt vera sum turt rugbreyð. Men vit gera sjálv av um vit fáa okkum sirkus uppá!
Varðveit hjarta títt
Sálomon hevur eisini eini onnur ráð, sum eg havi hug at taka fram.
Hann sigur: "Varðveit hjarta títt fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út".
Øll hava helst havt kensluna av ikki at stýra sínum egna lívi.
Tað er so lætt at verða tikin av fótum. At verða lokkaður, trýstur ella kúgaður til okkurt sum ein ikki vil.
Vit kunnu heldur ikki stýra øllum sjálv. Vit vita, at vit so ella so hava arvað nærum øll okkara virði. Menniskja er ein sosial vera. Vit høvdu øll verið katolikkar vóru vit fødd í Italia, og muslimar vóru vit fødd í Pakistan.
Men vit hava eisini øll nøkur virði, sum ger okkum til akkurát teir persónarnar, sum vit eru.
Um vit ikki royna at varðveita tað, er tað so skjótt at alt kann fara á glið hjá okkum, og vit missa okkara persónliga samleika. Tað, vit veruliga eru.
Vit kunnu í øllum lívsins viðurskiftum - í hvørji einastu støðu - spyrja okkum sjálv, um vit kunnu standa inni fyri hesum ella hasum. Og vit fáa eitt svar. Tað er altíð ein rødd í okkum, sum sigur ja ella nei.
Og tann sum altíð lurtar eftir røddini - tann sum varðveitir hjarta sítt fram um alt, ið varðveitt verður - hann verður ikki tikin av fótum. Hann fellur ikki, hóast umstøðurnar koppa. Og sjálvt tá hann líður sjónlig tap, vinnur hann fjaldar sigrar.
Pengar og ognir og heiður eru tølandi og dragandi og geva sanniliga gleði. Men tað eru tey sum ikki hyggja til viks, tá tey síggja sína egnu spegilsmynd, sum eru tey lukkuligastu. Sum kunnu siga: eg eri tann, sum hjarta mítt vil, at eg skal vera.
Eg var nógv í Baskaralandinum fyri nøkrum árum síðani. Har er stórur politiskur spenningur, og tað kann vera vandamikið at virka fyri tí, tú heldur vera rætt. Eg kom tá at kenna eina kvinnu, Elena, sum var ógvuliga politiskt virkin - og sum tí setti seg sjálva í konstantan vanda. Eg spurdi hví hon gjørdi tað. Hon kundi jú livað eitt lættari lív.
Hon svaraði, at um mann ikki livir sum mann hugsar, so endar tað við, at mann hugsar, sum mann livir.
Nú hevur mín góða vinkona Elena ligið eitt sjónligt tap: hon situr í fongsli fyri sítt virksemi. Men hon hevur vunnið ein fjaldan sigur, tí hon hevur ikki latið seg korrumpera! Fram um pengar og vælferð og tryggleika, hevur hon varðveitt sín stoltleika og sítt hjarta!
Lívsins herur
Danski høvundurin Carsten Jensen er vorðin heimskendur fyri skaldsøguna "Vit, teir druknaðu". Hon er um fleiri ættarlið av sjómonnum úr danska býnum Marstal, sum næstan allir drukna á ungum árum. Men tað skalir ikki tann brennandi hug til sjógvin, sum býr í teimum.
Einaferð situr ein teirra og hugsar um deyðan. "Tað eru tey", hugsaði hann, "sum gramdu seg um at deyðin kom for tíðliga og tók eitt barn, eina unga mammu ella ein sjómann við eini familju at forsyrgja. Tað hevði hann aldrin skilt. Jú, sjálvandi var tað syndarligt fyri tey, ið eftir sótu ella tann, ið varð snýttur fyri mesta partin av sínum lívi. Men tað var ikki órættvíst. Deyði var uttanfyri slík hugtøk. (...) Eingin hevði jú funnið uppá at sagt, at veturin var órættvísur móti trøunum og blomstrunum. (...) Náttúran var hvørki rættvís ella órættvís. Tað eru tað bara menniskju, sum kunnu vera.
(...) Hann hugsaði um ættina, um lívið, sum helt fram í fedrum og synum, mammum og døtrum, sum aftur blivu til mammur og pápar, sum fingu synir og døtur. Lívið var ein stórur, marsjerandi herur. Við síðuna av rann deyðin og tók ein og ein burturav - men tað sást ikki á herinum. Hann helt fram, og (...) vaks inn í ævinleikan, og tað var orsøkin til, at eingin var einsamallur við deyðanum. Har kom altíð onkur aftaná. (...) Soleiðis var lívsins keta - hon kundi ikki slitna."
Vit eru ein fullkomiliga sosial vera. Vit eru einki í okkum sjálvum. Vit hoyra saman við teimum vit liva saman við - og vit hoyra saman við teirri ætt sum var undan okkum og sum kemur eftir okkum.
Virðið tykkara egna
Tit eru partur av eini av teimum minstu tjóðunum á jørðini. Men eini tjóð sum kortini hevur sín egna samleika. Egið land, vælskipað samfelag, egið mál, egna mentan, egið vinnulív, egna politiska skipan.
Tað er ikki fyrr enn ein fer út í heimin at ein sær, hvussu undrunarvert hetta er, og hvussu nógv tað er at vera stoltur av.
Men tað pliktar eisini. Tað er trupult at krógva seg í Føroyum. Hvør einstakur telur nógv og fær stóra ábyrgd í einum so lítlum samfelag. Men afturfyri eru møguleikarnir eisini stórir. Fáa aðrastaðni kunnu einstøk fólk ávirka sítt egna samfelag so nógv, sum í Føroyum. Tey, sum vilja og duga og tíma - tey sleppa eisini framat.
Alt hetta hevur einki virði, um vit ikki eru tilvitað um tað og duga at síggja virðið í tí.
Men duga tit at síggja virði í tykkara umhvørvi, og royna tit at ávirka tað og seta tykkara dám á tað, so verður bæði tað og tit ríkari.
Ansið eftir at tit ikki gerast sum øll hesi fólkini ið sita í sínum sofum og grenja um, at tað sum onnur skapa ikki er nóg gott.
Verið virkin sjálv. Tað avgerandi er ikki hvat tit gera, men at tit gera.
Tað mótsatta av at vilja til høgru er ikki at vilja til vinstru.
Tað mótsatta av at vera kristin er ikki at vera humanistur.
Tað mótsatta av at virka fyri fullveldi er ikki at virka fyri sambandi.
Tað mótsatta av øllum virksemi er leti og líkasæla.
Tað er deyðin í livandi líki.
Haldið tykkum virkin og livandi - og varðveitið hjarta tykkara fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út!
Enn einaferð: hjartaliga tillukku!