Varðveita gomul skip

Álit um eina verndar- og stuðulsskipan fyri ment­an­arsøgulig skip varð í dag handað lands­stýr­is­mann­i­num í mentamálum, Bjørn Kalsø

Siglandi mentanararvurin – tey varð­veit­ing­ar­verdu skip­ini – hava trup­ul kor í Før­oy­um. Vit hava átt fleiri skip­a­sløg, sum nú eru horvin úr Før­oy­um, og tørv­ur hev­ur tí ver­­ið á at kanna, hvat kann ger­ast, fyri at vit ikki missa henda týdn­i­­ngarmikla part av ment­anararvi okkara av hond­um. Sum fiskivinnutjóð umboða skipini eisini ein týðandi part av vinnusøgu ok­k­ara.
Í heyst hevur ein nevnd a­r­beitt við at orða eitt álit við upp­skoti til eina skipan, sum kann veita stuðul til tey skip, ið verða mett at hava ment­an­ar­­søg­u­ligan týdning fyri Føroyar. Umboð fyri fel­ag­ið Før­oysk Træseglskip og ein­stakl­ing­ar, ið fáast við varð­veit­ing­ar­verd skip, hava sam­an við umboðum frá Søvn­um Landsins og Ment­a­málaráðnum skrivað á­lit­ið, ið varð handað lands­stýr­is­mann­i­num á tíðindafundi í Ment­a­málaráðnum.
Í álitinum verður mælt til:
– at ein skipan, sum kann stuðla varðveiting av sigl­ing­ar­før­um sk­ip­um, ið hava ment­an­ar­søg­u­lig­an týdn­ing fyri Før­oy­ar, ver­ð­ur grund­að í eini løgtingslóg um ment­ana­r­søg­ulig skip
– at landsstýrismaðurin í ment­a­málum við heimild í nevndu lóg ger kunngerð um um­siting av eini verndar- og stuð­uls­skip­an fyri ment­an­ar­søg­ulig skip
– at stuðulsskipanin verð­ur sund­ur­grein­að í eina skipan, har søkj­ast kann um stuð­ul til um­væl­ing­ar­verk­ætl­an­ir, og eina skipan, har søkj­ast kann um stuðul til á­vísar rakstrarútreiðslur
– Tit, ið hava varð­veit­ing­ar­verdu skipini um hendi, eiga stóra takk fyri, at tit vilja brúka ein stóran part av tykk­­ara frítíð til at hava hesi skip­ini siglandi. Skipini er eitt prýði fyri Føroyar og til gleði fyri okkum øll – og ikki minst til gagns fyri okk­ara unga ættarlið, sum fær høvi at síggja og upp­liva vøkru skipini. Uttan sjálv­bodnu kreftirnar, vóru hesi ment­an­ar­­søg­u­ligu skip helst ikki í Før­oyum, segði Bjørn Kalsø, lands­s­týrimaður í ment­a­málum, millum annað á tíð­ind­a­fund­inum.
Hesi mannaðu nevndina, ið hev­ur skrivað álitið um vernd­ar- og stuðulsskipan fyri ment­an­ar­søgulig skip:

Guð­mundur K. Jacobsen (Johanna)
Jógvan Ravnsfjall (Nólsoyar Páll)
Tumm­as í Garði (Ama­deus)
Kári í Garði (Dúgvan)
Hans Eli Hansen (Dragin)
Jens Marius Poulsen (Westward Ho)
Armgarð Weihe, Mentamálaráðið
Andras Mortensen, formaður í nevndini, Søvn Landsins
Álitið er at finna á heima­síðuni hjá Mentamálaráðnum und­ir »Mentan – Útgávur - Álit.«