Varðveitingarskeið fyri handverkarar

Í samband við at Andres Haslestad er í Føroyum, verður fyrilestur í dag í Listaskálanum klokkan 15, har hann fer at greiða frá varðveitingararbeiði av gomlum húsum, og um, hvussu hetta verður gjørt við teimum amboðum, sum nýtt vóru fyri 200 árum síðani.

Eirikur Lindenskov


Fyrilesturin verður fyrst og vfremst fyri fakfólki, men hann fer eisini at venda sær til handverkarar og fólk við áhuga fyri varðveiting av gomlum húsum, sigur Jórun í Dali.

Andres Haslestad arbeiðir hjá statsantikvarinum í Oslo, har hann er ráðgevi í slíkum varðveitingararbeiði.

Við til Føroya koma eisini tveir sviar, sum eru serfrøðingar á sama øki. Teir koma higar at arbeiða ókeypis, og teir fáa eisini ferðina goldna uttanífrá.

Jórun í Dali sigur, at teir fara at skipa fyri skeiði fyri limir í Handverkarafelagnum. Talan er um eitt mann-til-mann skeið, tí tað verða bara tveir mans á skeiðnum.