Var við fyri fyrstu ferð – og varð evropameistari

Búgvi Poulsen vann allar tríggjar dystirnar

 Búgvi Poulsen, vinstrumegin, saman við hinum føroyska luttakaranum, Jógvani Páll Kristiansen

Í morgun hevur Búgvi Poulsen kappast um evropameistaraheitið fyri veteranar í judo. Kappingin er í Heraklion á griksku oynni Kreta. Búgvi kappast í vektbólkinum -81 kilo, í bólki M5, sum eru menn millum 50 og 55 ár.

 

Fyrsti dystur hjá Búgva var ímóti Nugar Kotchlamazashvili úr Georgia, og hendan dystin vann Búgvi. Síðani dystaðist hann ímóti Angel Benavides Plat úr Spania, ið varð mettur at vera sterkasti luttakarin í bólkinum, og hendan dystin vann Búgvi eisini.

 

Finalan var móti svianum Peter Wensberg, og eisini hendan dystin megnaði Búgvi at vinna, og harvið gjørdist hann evropameistari.

 

Hetta er fyrstu ferð, at føroyskir eru við í EM-kappingini fyri veteranar. Umframt Búgva er Jógvan Páll Kristiansen eisini við. Hann kappast leygardagin í vektbólkinum -73 kilo, í bólki M1, sum eru menn millum 30 og 35 ár.

 

 Búgvi Poulsen, vinstrumegin, saman við hinum føroyska luttakaranum, Jógvani Páll Kristiansen