Ávara ímóti at skerja rættin til fríar samráðingar

Løgtingið skal ikki samtykkja uppskotini um, at tímalønt eisini skulu hava rætt til at vera heima við løn barnsins fyrsta sjúkradag, soleiðis sum vit nevndu á Portalinum í morgun. Tað heldur Vinnuhúsið.

Vinnuhúsið sigur, at á privata arbeiðsmarknaðinum eru tað bara tey, sum eru fevnd av sáttmálunum fyri bankar, sparikassar og tryggingarfeløg, Posta og Føroya Tele, sum hava hendan rættin.

- Eingin annar á privata arbeiðsmarknaðinum hevur henda rættin, hvørki fastlønt ella tímalønt.

Tosað hevur verið um hetta í samráðingum, men Arbeiðsgevarafelagið tvígheldur um, at Arbeiðarafeløgini skulu sjálvi gjalda hetta umvegis lønarkarmin.

- Øll hini feløgini hava goldið fyri hendan rættin, so ella so.

Vinnuhúsið staðfestir, at fríi samráðingarrætturin ergrundleggjandi og at staturin skal ikki blanda seg óneyðuga í viðurskifti millum arbeiðsgevara og løntakara.

- Verður samráðingarrætturin skerdur, verður minni at samráðast um, og vandin fyri ósemjum og lønartrýsti veksur.

Tað ørkymlar Vinnuhúsið, at heili tvey uppskot um rættin at vera heima hjá sjúkum barni verða løgd fram á tingið sama dag.

- Tað er ikki sjálvsagt við einum vælvirkandi arbeiðsmarknaði og Føroya Arbeiðsgevarafelag vónar tí, at tingfólk ikki í óðum verkum, fyri at tekkjast veljarinum, fara at samtykkja uppskot, sum eru við til at máa støðið undan føroyska arbeiðsmarknaðin, sigur Vinnuhúsið.