Ávara ímóti nýggjari Netflix-røð

Sjónvarpsrøðin ”13 Reasons Why”, sum Netflix hevur framleitt, hevur skapt órógv og mótmæli í fleiri londum. Røðin snýr seg um eina unga gentu, sum hevur gjørt sjálvmorð, og ígjøgnum 13 partar kemur søgan um gentuna og sjálvmorðið fram.

Netflix verður lagt undir at heiðra sjálvmorð, og summi halda, at røðin kann hava við sær at ungfólk, sum hava avbjóðingar, fáa íblástur til at gera sum Hannah, ið gentan í røðini kallast.

Myndugleikarnir í New Zealandi hava sett serliga ávaring á sjónvarpsrøðina og mæla til, at børn og ung undir 18 ár síggja røðina saman við vaksnum. New Zealand hevur høgt tal av sjálvmorðum millum ung, og sálarfrøðingar stúra fyri, at nýggja sjónvarpsrøðin kann gera støðuna enn verri.

Í USA hava fleiri skúlar sent boð til foreldur, har ávarað verður ímóti sjóvarpsrøðini, og har foreldur verða biðin um at tosa við børnini um sjónvarpsrøðina.

Røðin hevur eisini fingið viðmæli frá fólki, sum halda at hon setur sjóneykuna á viðkomandi trupulleikar og tankar hjá ungfólki.

”13 Reasons Why” sæst eisini á Netflix í Føroyum.