Ávara um følsk Netflix boð

Malan Oscarsdóttir Úr Dalinum ávarar nú netflix brúkarar um falskar teldupostar.

Tað er ikki altíð lætt at síggja, hvørt ein teldupostur er falskur ella ikki. 

 

Ivaleyst ganga tey flestu av okkum út frá, at tá ið ein teldupostur kemur frá einari fyritøku, so man vera í lagi. 

 

Men Malan Oscarsdóttir Úr Dalinum fekk illgruna til ein Netflix teldupost, tá ið hann varð stílaður til hennara, hóast hon ikki stóð fyri kontoini. 

 

Eg havi fingið teldupost frá 'Netflix' um manglandi gjald. Men av tí, at eg ikki standi fyri Netflix haldinum hjá okkum, havi eg tosað við Netflix og funnið útav, at hetta er ein falskur teldupostur, skrivar hon á Facebook í dag. 

 

Telduposturin sær ótrúliga veruligur út, og í honum stendur, at eitt hvørt er galið við kortinum, sum er knýtt at netflix kontoini, og tí er neyðugt at uppdatera upplýsingarnar, um hon ikki ynskir at missa haldið. 

 

Av Netflix siga tey, at falskir teldupostar eru í umferð og tí er umráðandi at geva gætur, tá ið slíkir teldupostar koma.