Àvarar ímóti at gera manningina á strandfaraskipunum til tænastufólk

 Ein tænastumannaskipan er ikki til at liva við hjá eini nýmótans fyritøku, sigur stjórin á Strandferðsluni

Arbeiðssteðgur og Strandferðsla

 Ein tænastumannaskipan er ikki ein skipan, sum ein nýmótans fyritøka kann liva við.
Tað heldur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni.
Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um at finna eina varandi loysn, so at skipini hjá Strandferðsluni ikki longur verða rakt av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.
Í hesum sambandi hevur mest verið tosað um at gera manningarnar á skipunum hjá Strandferðsluni til tænastufólk, tí so hava tey ikki loyvi til at fara í verkfall.
Men hevur ávarar stjórin á Strandferðsluni staðiliga ímóti.
 Ein tænastumannaskipan loysir trupulleikarnar við verkføllum. Men ein slík skipan ber so nógv annað í sær, at tað er als ikki til at liva við hjá eini nýmótans fyritøku, sigur Kristian Davidsen.
 Skal manningin á Strandferðsluni gerast til tænastufólk, snýr tað seg um nógv fólk, so tað er eitt ómetaliga stórt stig at taka og eg ávari staðiliga ímóti at leypa í eina slíka skipan.
Hann vísir á, at allastaðni rundanum okkum royna tey av øllum alvi at sleppa av við tænastumannaskipanir og tað gera vit eisini hjá okkum.
Einastu tænasufólk, sum skjótt eru eftir, eru tey allarovastu topp-embætisfólkini í almennu umsitingini.
Hann vísir á, at er talan um tænastufólk, missir arbeiðsgevaran ein stóran part av sínum rættindum og tað bindur arbeiðsgevaran nógv meiri enn hann er bundin nú, eitt nú sambandi við uppsagnir, har tænastufólk hava trý ára uppsagnartíð.
 Tískil er tað ómetaliga torført at umskipa ein stovn, eitt nú til eitt alment partafelag, ella at laga ein stovn til nýggjar tíðir, táið fólkið er tænastufólk.
Hinvegin hava tænastufólk rættiliga stóra trygd í starvinum og tað er sjálvandi gott.
 Men verður trygdin ov stór, skerst ikki burtur, at tað er í hvussu so er ein ávísur vandi fyri, at tað gerast ein koddi og at tað kann føra til ein ávísan ineffektivitet í stovninum.
Hann heldur eisini, at ein tænastumannaskipan fær ikki trupulleikarnar at hvørva.
Trupulleikarnir vilja vera teir somu, men við eini tænastumannaskipan er vandi fyri at teir veksa seg størri og størri í gerandisdegnum, uttan at tað ber til at loysa teir.
 Tí ræður um at finna eina skipan, sum loysir sjálvan trupulleikan og ikki bara viðgerð sjúkueyðkennini, sigur strandferðslustjórin.

Kann als ikki góðtakast
Annars heldur Kristian Davidsen, at tað er undarligt, at Føroyar skulu vera einasta land um okkara leiðir, har tað ber til at leggja alt landið lamið og har landið verður kutað sundur í fleiri vikur.
 Tað er ikki til at liva við og kann als ikki góðtakast, heldur stjórin á Strandferðsluni.
Tí vónar hann annars, at tað ber til at finna eina skipan, sum tryggjar, at hesi øki ikki verða løgd lamin.
 Men tað má gerast við eini skipan, sum hoyrir nútíðini til og ikki við at gera fólkið til tænastufólk, tí tað er ein skipan, sum hoyrir miðøldini til, sigur Kristian Davidsen.
 Tað, sum hendir í Føroyum, kemur ikki fyri aðrastaðni og tað er ikki tí, at tey eru tænastufólk aðrastaðni, leggur hann afturat.