Ávarar ímóti at missa tamarhaldið

Vit eru komin í tíðarneyð og tí er vandi fyri, at Løgtingið missur tamarhaldið á peninganýtsluni, heldur Páll á Reynatúgvu

- Koma ikki uppskot um fleiri útreiðslur, skal tað undra meg.
 Páll á Reynatúgvu, sum er talsmaður hjá tjóðveldisflokkinum í sambandi við fíggjarlógina, er ikki treytaleyst nøgdur við arbeiðsumstøðurnar hjá Løgtinginum í sambandi við fíggjarlógina.
- Sjálvur er hann í andstøðu og andstøðan hevur ikki havt nøktandi umstøður at viðgerða fíggjarlógina, sigur hann.
- Útgangsstøðið var at samgonga og andstøða skuldi semjast um so nógv sum gjørligt. Vit ætlaðu at samgonga og andstøða skuldu semjast um fíggjarlógina innanfyri tann karm, sum er lagdur.
Men hetta fór fyri skeytið, tí  mánamorgunin boðaði samgongan frá, at hon sá seg ikki føran fyri at gera semju saman við andstøðuni. Tí hevur andstøðan havt sera stutt skotbrá at gera sítt egna uppskot.
- Hetta hevur týðiliga merkt arbeiðið at við fíggjarlógini og av tí sama kunnu tilmælini frá andstøðuni ikki síggjast sum ein samanhangandi eind, heldur sum brot.
Men Páll á Reynatúgvu hevur varhugan av, at tað er eisini av tíðarneyð, at samgongan hevur lagt síni tilmæli fram.
Hann vísir á, at fíggjarlógin mátti leggjast fram nú, men hann hevur kensluna av, at samgongan er ikki rættiliga samd og at tað tí meiri var av neyð, at fíggjarnevndin legði síni tilmælið fyri Løgtingið týskvøldið.
- Av tí sama kunnu vit stúra fyri, at fleiri broytingaruppskot fara at verða løgd fyri Løgtingið, sum fara at føra fleiri útreiðslur við sær. Tað kann verða freistandi, serliga nú val stendur fyri durum.
Og hann heldur vansin við hesum kann vera, at Løgtingið, ella samgongan, missur tamarhaldið á útreiðslunum og kyndir enn meiri uppundir okkara búskap, sum er ov heitur frammanundan.
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
-