Ávarar ímóti nýggjum Berlinmúri

-Í 50 ár var Evropa klovið millum eystur og vestur, og tað tænir ongum at klúgva Evropa av nýggjum millum norður og suður. Vit vilja ikki hava ein nýggjan Berlinmúr.

Orðini eigur finski ráðharrin í evropeiskum málum, Alexander Stubb, og hetta sigur hann í samrøðu við svenska blaðið Dagens Nyheter í dag. Hann mælir evrulondunum til at standa saman, og hann er sannførdur um, at Grikkaland verður verandi evruland hóast teir stóru trupulleikarnar, sum landið hevur at stríðast við. Hann ivast heldur ikki í, at Finnland fær tað aftur, sum landið hevur lænt grikkum.

Í dag hittast týski kanslarin, Angela Merkel, og franski forsetin, Francois Hollande, í Berlin at tosa um eina áhietan frá griksku stjórnini, sum vil hava betri tíð til at fremja tær sparingar, sum landið hevur játtað at seta í verk.