Eg fasthaldi, at Arvid Nielsen, varasýslumaður í Klaksvík, hevur sagt við Dimmalætting, at eingin skrivlig trygdarætlan var fyri Summarfestin, sigur Árni Gregersen, blaðstjóri
- Vit hava einki ímóti Summarfestivalinum, vit halda bara, at tú kanst ikki fyriskipa einum tiltaki fyri 12.000 fólkum uttan at trygdin er í lagi, og tað var hon ikki á Summarfestivalinum, sigur Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmalætting, hóast varasýslumaðurin í Klaksvík, Arvid Nielsen nú vísir hesum aftur.
Fyrireikararnir av Summarfestivalinum er sera misnøgdir við tað, sum Dimmalætting hevur skrivað um trygdina á festivalinum, og teir biðja Dimmalætting rætta ósonnu skuldsetingar.
Men tað ger Dimmalætting ikki, tí sambært blaðstjóranum er talan ikki um ósannar skuldsetingar ? blaðið hevur bara endurgivið tað, sum varasýslumaðurin hevur sagt.
Les greinina Løgreglan vísir aftur tíðindum í Dimmalætting<a>