Í samrøðu við FM1 fyri løtu síðani váttaði Sirið Stenberg, at Margit Stórá er sett sum fyribilsstjóri á Landssjúkrahúsinum, til nýggjur stóri tekur við.
Landsstýriskvinnan segði, at søkt verður eftir nýggjum stjóra sum skjótast, og hon vónar, at nýggj leiðsla fyri tey trý sjúkrahúsini er komin upp á pláss, áðrenn stjórarnir á sjúkrahúsunum í Klaksvík og á Tvøroyri eisini fara frá, sum verður fram móti summarinum.
Margit Stórá varð sett sum varastjóri á Landssjúkrahúsinum í februar í fjør. Hon er 48 ára gomul, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá 1997, hevur tikið diplomútbúgving í leiðslu frá DSH í 2001, kardiologiska eftirútbúgving í 2004, umframt master of public management á Syddansk Universitet í 2012.
Margit Stórá hevur drúgvar royndir innan sjúkrarøkt bæði sum sjúkrarøktarfrøðingur og deildarleiðari. Hon hevur eisini drúgvar royndir innan fyrisitingarliga økið, har hon m.a. hevur umsitið Kommunulæknaskipanina, umframt royndir sum sjálvstøðugur ráðgevi og undirvísari. Síðani apríl 2017 hevur Margit Stórá verið fakligur samskipari á Landssjúkrahúsinum.