Vardi ritgerð um skaldskapin hjá Regini

Fríggjadagin 2. september varð almenn Ph.D.-verja á
Fróðskaparsetrinum. Tað var Guðrun Gaard, mag.art, sum vardi ritgerð sína "Far fram á torg" um skaldskapin hjá Regini Dahl

Verjan var í høllini á Føroya Sjómansskúla. Í dómsnevndini
hava sitið Idar Stegane, dr. philos, professari á Universitetinum í Bergen,
Jógvan Isaksen, lektari á Universitetinum í Keypmannahavn og Malan
Marnersdóttir, dr. Phil, professari, á Fróðskaparsetrinum.

Ritgerðin hevur ligið alment frammi á Føroyamálsdeildini á
Fróðskaparsetrinum og á Landsbókasavninum.

"Far fram á torg" miðar eftir at skapa eina heildarmynd av yrkingunum hjá Regini Dahl og lýsa lyndiseyðkenni teirra. Eisini leggur ritgerðin dent á at vísa, hvussu yrkingarnar eisini eru royndir at endurskapa tilverumeining í
nútíðarruðuleikanum. Málsliga eru yrkingarnar samskifti millum nútíðarrák og gamlar málkeldur.

Regin Dahl, sum nú er 86 ár, hevur búð í Danmark, síðani hann var blaðungur,

Guðrun Gaard, f. Rasmussen, er 58 ára gomul og úr Havn. Hon varð útbúgvin sjúkrasystir í 1969 og arbeiddi sum sjúkrasystir í 16 ár.

Í 1983 fór hon undir bókmentalestur við Fróðskaparsetur Føroya, har hon tók exam. art. prógv í norðurlendskum máli og bókmentum, tó einamest í føroyskum.

Hon tók magistaraprógv í norðurlendskum máli við lærda haskúlan í Odense í 1991. Síðan 1996 hevur hon arbeitt sum lærari í føroyskum við Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Høydølum.

Árini 2001-2004 skrivaði Guðrun ph.d.ritgerðina um skaldið Regin Dahl.