Vardi Verkstaðurin fær nýggj høli

Á landsstýrisfundi týsdagin bleiv samtykt, at Vardi Verkstaðurin á Brekku í Klaksvík skal í nýggj høli


Klaksvík, Sosialurin
- Hetta má metast sum eitt stórt framstig fyri Verkstaðin, sigur landstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum, Sámal Petur í Grund í viðmerking til, at landstýrið týsdagin samtykti, at Vardi Verkstaðurin í Klaksvík fær nýggj høli.
Hølini, talan er um, er bygningurin har Toll og Skattstova Føroya, Norðoya Deild heldur til.
- Hesin bygningur liggur sera væl fyri, tá hugsað verður um at hann er mitt í býnum, sigur Sámal Petur í Grund.
Landsstýrismaðurin sigur eisini, at hølisumstøðurnar har eru nógv betur. Millum annað til arbeiðið við at gera plattar, tí at tað er sera høgt millum loft og gólv í kjallaranum.
Byrjanin til alt hetta, var av fyrstan tíð tosið um, at Varda Verkstaðnum tørvaði eina lyft.
- Síðani hava vit tingast við eigaran av tí hølinum, har Verkstaðurin heldur til nú, um hvør eigur at taka sær av tí arbeiðinum, greiðir Sámal Petur í Grund frá.
Men tað er alt farið í gloymibókina, nú Vardi Verkstaðurin hevur fingið eini høli, sum landið eigur.
Núverandi leigusáttmáli hjá Varda Verkstaðnum gongur ikki út fyrr enn 01.07.2004. Ætlanin er, at tíðin skal nýtast til at gera tey nýggju hølini í stand til at hýsa Varda Verkstaðnum.
Norðoya Deildin hjá Toll og Skatt má sostatt eisini flyta, og verður tað inn í bygningin hjá Klaksvíkar Byggivirki á Klaksvíksvegnum.