Á Tekniska Skúla í Havn - á Motordeildini - eru teir í ferð við eina spennandi og sjáldsama uppgávu.
Á gólvinum liggur ein gamal motorur - sum er frá 1932, og sum frá 1934 hevur drivið Triangel-brandbilin, sum kom til Føroya í 1962, men sum kortini fyri mongum árum síðani er tikin úr »flotanum« hjá Sløkkiliðinum í Havn.
? Býráðið hevur sett av 10.000 krónur um árið til renovering av hesum bilinum, greiðir Eirikur Ó. Simonsen frá. Hann er lærari á Motordeildini hjá Tekniska Skúla, og er tað hann, sum stendur fyri partinum av umvælingini, sum Tekniski Skúli skal taka sær av.
Tað er Tórshavnar Býráð, sum eigur bilin - sum stendur á Brandstøðini uppi á Oyggjarvegnum.
? Vit fingu ein fyrispurningin, um vit vildu vera við til at varðveita bilin, greiðir Eirikur Ó. Simonsen frá.
? Vit játtaðu at taka okkum av tí mekaniska partinum, og eru teir á Brandstøðini farnir í holt við karrossaríarbeiðið. Motorin og aðrar mekaniskar lutir hava vit so fingið oman, sigur hann.
Motorurin hevur sum vera man ikki koyrt teir mongu kilometrarnar, tá hann alla sína tíð hevur sitið í einum brandbili. Men nú hann er tikin sundur, eru teringar at síggja, og væntar Eirikur Ó. Simonsen, at nakað má slípast av blokkinum fyri at fáa tætt aftur millum toppstykki og blokk.
Tað er sum liður í undirvísingini hjá bilmekanikaralærlingum, at arbeitt verður upp á hendan motorin, tí, sum Eirikur Ó. Simonsen sigur, at teir nýggju mekanikararnir skulu eisini síggja, hvussu teir gomlu motorarnir virkaðu.
Hóast Triangel-bilarnar vóru danskir, so er motorurin kortini amerikanskur. Teir eru ikki heilt vísir í, hvat merkið er, men hildið verður, at talan er um ein International, men týðuligt er, at hann er settur saman í Danmark, tí eitt nú á manifoldinum standa týðiligu stavirnir: TRIANGEL.
Eirikur Ó Simonsen greiðir frá, at navnið eisini er at síggja á nógvum øðrum lutum á motorinum - eitt nú á ventilunum.
Í Havn eru ætlanir um at gera eitt savn við eitt nú gomlum bilum, og verður Triangel-brandbilurin ein sjáldsama spennandi varðveitingarlutur, sigur Eirikur Ó. Simonsen.
Teknisk data um bilin:
Árgangur 1934
Motorur: 6 cyl, 6,27 litrar, 92 hestar
Vekt: 7075 kg
Eigari: Tórshavnar Sløkkilið
Skrásettur fyrstu ferð: 5/8-1937, Københavns Brandvæsen
Skrásettur fyrstu ferð í Føroyum: Oktober 1962
Skráseting endað í 1978
Helst eru bert 2-3 eftir av hesum bilaslagnum í heiminum. Bilurin er framleiddur í Danmark