Vargarnir í samgonguni avdúkaðir

Seinasta stríðið í samgonguni viðvíkjandi ásetingarlógini av pensjónum, førdi við sær, at Løgmaður avdúkaði vargarnar í samgonguni. Teir hava snorksovið í tímanum. Løgmaður segði bart út, at øll lógarmál verða send samgonguflokkunum til ummælis, áðrenn hesi verða løgd fyri løgtingið. Soleiðis varð eisini gjørt við umstríddu pensjónslóggávuni.

Tá eingin tinglimur í samgonguni gjørdi vart við seg ? ongar viðmerkingar vórðu gjørdar - varð málið sent løgtinginum í teirri trúgv, at lógin var sum tilætlað. Samgonguorðavavsturin um innanholaðar pensjónir, ov lítlar játtanir á fíggjarlógini til millum annað sjúkrahúsverkið, strandferðsluna o.s.fr., eru tí undanførslur, fyri at bjarga egnum politiskum skinni, og ein roynd at tváða hendur (góða mamma tað var ikki eg).

Sambært løgmanni og varaløgmanni, gera samgongutingmenn als ikki sítt tingarbeiði til lítar, hóast ríkiliga lønarvøksturin. Tingarbeiðið og sjónleikurin, sum fer fram frá løgtingsins røðarapalli, millum samgongutingmenn, er í allar hægsta grad tekin um ein veikan samgonguleiðara.

Hetta spæl fyri gallarínum, kann tí eisini tykjast at vera ein roynd at fjala útyvir fullveldisavleiðingarnar, sum eru fyri framman.

Páll, Finnur, Torbjørn og Bjarni verða tí noyddir at kyssa koyrilin enn eina tíð, fyri at náa fullveldisendamálinum, sum løgmaður hevur sett sær.

Hesaferð hava pensjonistar møguleikan fyri at verða hoyrdir ? næstu ferð ? tá fullveldisdreymurin er vorðin veruleiki, vendist ikki aftur. Tá má svíða sum svøllur.

- Eitt gott nýggjár, við vón um eina bjarta framtíð, verður ynskt øllum føroyingum, burtur sum heima.

Á trettanda

Flemming Mikkelsen

løgtingsmaður