Eingin ivi er um, at verður hetta framhaldandi tala og umrøða tjóðveldismanna av øðrum, verður neyvan lætt at fáa tær breiðu semjur, ið fyrst løgmaður hevur lagt upp til og sum seinni bæði Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard hava sagt seg vilja taka undir við so ella so.Tú kanst ikki fyrst biðja um samstarv fyri harnæst at skýra somu persónar tú vil samstarva við fyri landasvíkjarar. Hetta er so grov ákæra, at taka tjóðveldismenn ikki annað skinn um bak, seta teir fót fyri teimum politisku ætlanum, ið teir hava sett út í kortið. Neyvan man tað heldur koma væl við hjá løgmanni, sum í mongum hevur borið seg at tað sum sømir seg einum løgmanni, nú at skula hoyra sínar egnu samgongumenn skýra javnaðarmenn landasvíkjarar. Tað ger støðu hansara sum brúgvabyggjara, diplomat og tann,ið skal fáa eina breiða semju í hús, ómetaliga torføra. Høgni Hoydal, ið sum fáur í røðum hevur lagt dent á virðing fyri demokratiinum, eigur ikki at undirmeta, hvat slík óhugnalig umrøðu frá sínum egnu, kann fáa fyri tað arbeiðið,ið hann hevur lagt so nógva orku í.
EISINI er tað ein ósiður at ganga og válka sær í ákærum móti persónum, ið nú liggja undir grønu torvu. Teir kunnu ikki verja seg. Tað ein kann meta teir eftir, ið undan okkum eru farnir, eru avrik. Í dag eru Føroyar eitt gott land at liva í, um fólk annars fáa havt eina meining uttan at vera skýrd bæði eitt og annað. Tað er eingin sjálvfylgja, at vit hava tað gott, og hevur heldur ongantíð verið tað. Var tað ikki fyri teimum tøkum, undarfarin ættarlið tóku, so kundi hettar land verið nógv fátækari.