Varin at fíggja alivinnuna

Stóri norski bankin DnB Nor ivast framvegis í framtíðini hjá alivinnuni, og bankin fer tí at vera varin, tá talan er um at fíggja alivinnuna, skrivar Aftenposten.

Kjell Stangeland, sum er leiðari á fiskivinnu- og alideildini hjá DnB Nor, sigur við blaðið, at tað er uppgávan hjá alivinnuni at laga seg til broyttu umstøðurnar, men hann heldur ikki, at vinnan hevur ikki víst seg at hava tey neyðugu evnini ella ta neyðugu ábyrgdina í so máta.

-Vit hava gjørt greitt, at vit eru varnir við at fíggja størri útseting og framleiðslu, til marknaðurin hevur funnið eina trygga legu, og prísirnir eru hækkaðir. Men enn hava vit ikki sæð, at vinnan hevur lagað seg eftir teimum broyttu fyritreytunum, sigur Kjell Stangeland við Aftenposten.