Nógvir vraklutir eru funnir flótandi á Skálafjørðinum ? eitt nú trýstfløskur. Løgreglan heitir staðiliga á fólk um ikki at taka slíkar lutir um, men at boða politinum frá.
Hallgrím Hansen, sum er átaksleiðari hjá politinum í sambandi við eldin umborð á Athenu, heitir nú á fólk um ikki at taka upp ivasamar vraklutir upp av sjónum.
- Tað kann vera vandi á ferð - eisini fyri skipaferðsluna, tí talan erum stór dekk og boyur, sum eru funnin á fjørðinum, sigur hann.
Ein trýstfløska er funnin. Talan var um eina ammoniakfløsku. Hallgrím Hansen sigur, at tær vandamiklu fløskurnar við ilt og gas vanliga eru tyngri og søkks tí helst, um tær eru farnar á sjógv. Ammoniak er sjálvandi eisini vandamikið og stórum mongdum.
Men ávaringin frá politinum er greið: Finna fólk ivasamar vraklutir, sum eitt nú trýstfløskur, takið teir so ikki upp, men boðið frá á politistøðini í Havn ella í Rúnavík, sigur Hallgrím Hansen.