ÁVARING: Evakuera fólk á Skálafjørðinum

Tað er so stórur vandi fyri eitrandi royki frá eldinum á Athenu, at politiið hevur evakuerað fólk á Skála. Politiið hevur heitt á okkum á Portalinum um at boða frá, at fólk verða savnað í Bygdarhúsinum á Strondum.

Hann er eystan í ættini í morgun, og tí rekur roykurin serliga móti Skála bygd og norðureftir. Tí hevur politiið savnað øll fólk á Skála í Bygdarhúsinum á Strondum.

- Tað eru 16 tons av ammoniakki umborð, og tí er stórur vandi fyri eitrandi royki, sum kann eitra andingargøgnini, sigur Hallgrím Hansen, løgerglumaður, sum hevur leiðsluna á staðnum.

Hann vil ávara fólk, sum arbeiða í økinum, ið verður evakuerað, um ikki at fara til arbeiðis í økinum, so leingi vandi er á ferð.

Fólkini verða fyribils savnað í Bygdarhúsinum á Strondum, tí roykurin rekur norðureftir, soleiðis at Strendur sleppur undan roykinum.

- Verða tað trupulleikar á Strondum, so hava vit bussar klárar at flyta fólkini burtur, sigur Hallgrím Hansen.

Eldurin umborð á Athenu hevur nú breitt seg til alt skipið. Brimil er komin á fjørðin, men ivasamt er, um hann fær gjørt so nógv, tí tað er eisini vandamikið hjá honum at leggja seg í roykin. Skipið er ikki bundið við veirum, og tí er vandi á ferð, um endarnir brenna, og skipið fer at reka. Hallgrím Hansen sigur, at tey hava hugsað um at sleipa skipið frá bryggju, men enn er tað mett ov vandamikið.