Eg skal ikki troytta fólk meira, men kenni meg noyddan at svara onkrum av tí, sum Uni Arge skrivaði um hetta góða alfabet-málið í gjár.
UA sigur at: »Veruligi boðskapurin hjá Sjúrða Skaale er, at vit skulu lata vera við at menna og skapa okkara egna mál.« Men havi eg sagt nakað, sum bendir á tað? Hvar? Nær?
UA heldur eisini at tað, eg í veruleikanum sigi, er: »Tú ert eitt bygdasligt, afturhaldssinnað grenj, um tú ikki tekur undir við mínum uppskoti« - Men havi eg sagt nakað, sum líkist hesum? Kunnu onnur nú eisini, púra frítt, siga hvat »veruligi boðskapurin« hjá Una er?
UA óttast fyri at »fólk fara at taka sær frælsi at skriva (...) pizza í staðin fyri pitsa.« Men hví er tað so ræðuligt? Hví ræðist Uni so illa at fólk »taka sær frælsi«, tá tey skriva sítt egna mál? Er tað nakað at ræðast? Tað gera fólk í dag. Tey skriva pizza. Og CO2. Og CTD. Og www.com. Og Zachariassen. Er tað so ræðuligt? Vil Uni hava fólk at skriva »seks« í staðin fyri sex? Og hví er tað betri?
Uni kallar hetta »Ein fáfongd roynd at tykjast nútímans og tekkjast flest møguligum opportunistum, sum innast inni ikki tíma at taka málsliga spurningin í álvara, lítið og onki innlit hava í málsøguligar veruleikar og enn minni tíma at læra seg føroyskt.« Meirilutin av føroyingum heldur, at alfabetið skal víðkast. Man orsøkin bara vera, at øll eru dovin og býtt og søguleys? Ella kann tað hugsast, at tey vilja hava alfabetið at endurspegla veruleikan?
Kanska frælsi er OK?
UA sigur at »Tað er sjálvsagt, at føroyingar skulu kunna skriva Ný Sæland í staðin fyri New Zealand, Kili í staðin fyri Chile og Kristian í staðin fyri Christian. Hetta hevur verið málfrøðiliga kósin í heila øld.« Men tað passar ikki. Tann radikala linjan er spildurnýggj.
UA sigur: »...og við áganginum hjá løgtingsmanninum á tey, sum sita í navnanevndini« - What? Havi eg framt ágang á hesi fólk?
UA spyr um Navnanevndin skal »føra málpolitikk eftir høvdinum hjá einum einstøkum løgtingsmanni?« Nei. Men kanska skal eingin taka sær rættin at definera, at ein rúgva av føroyskum nøvnum eru skeiv - til stóran ampa fyri nógv.
Kanska skuldu myndugleikarnir bara havt eitt lítið sindur størri virðing fyri fólki.
Kanska er tað í lagi, at Alexandur og Victoria eta pizza áðrenn tey hava sex.
Kanska skulu myndugleikarnir bara geva teimum frið til tað.
Kanska er teirra frælsi einki at ræðast.