TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi beinleiðis á FM1 í samband við landsliðsúttøkuna, ið var í høvuðsbygninginum hjá Bank Nordik í Havn.
Sonni Larsen, landsliðsvenjari kunngjørdi spælararnar hann hevur tikið út til EM-undankappingardystirnar ímóti Ukraina, ið verða spældir í Kiev 10. apríl og í Royal Arena í Keypmannahavn 13. apríl.
Sjúrður H. Hoydal prátaði við landsliðsspælararnar, Rógva D. Christiansen, Peter Krogh, Trónd J. Kragesteen og hann prátaði eisini við Sonni Larsen. Haraftrat prátaði Sjúrður eisini við Ára Rouch frá HSF. Spælararnir og venjarin eru varnir optimistar og gleði seg til dystirnar ímóti Ukraina. Sonni Larsen vónar, at vit hava gjørt verulig framstig síðani 22-30 tapið ímóti Ukraina í HM-undankapping í Italia í januar í 2018.
Sonni Larsen hevur tikið út hesar spælararnar:
Málverjar:
Niklas Simonsen, TMT Tønder
Nicholas Satchwell, Neistin
Vinstri vongur:
Rói Berg Hansen, FIF
Vinstri bakkar:
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Peter Krogh, H71
Spælskiparar:
Jónas G. Djurhuus, Viking Stavanger
Tróndur Kragesteen, Neistin
Strikuleikarar:
Rókur Akralíð, HEI Skæring
Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Høgri bakkar:
Áki Egilsnes, KA Akureyri
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Høgri Vengur:
Allan Norðberg, KA Akureyri
Nicklas Selvig, Stavanger IF
Verjuleikarar:
Eirikur J. Simonsen, Frederikshavn
Brandur Halgirsson, H71