Fysioterapeutfelag Føroya og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskja í felag at varpa ljós á eldraárið við at skipa fyri einum almennum fyrilestri í Norðurlandahúsinum 8. September kl. 14 við heitinum:
Heilsustøða er, hvussu ein hevur tað - heilsa er, hvussu ein tekur tað.
Tað verður Peter Thybo, sum fer at fyrilesa um, hvat hevur týdning fyri trivna og heilsu, og hvussu ein kann megna broytingar, tá heilsan verður hótt. Peter Thybo er fysioterapeutur, master í læring, diplomprógv í almennari námsfrøði og góðkendur serfrøðingur í heilsufremjan og sjúkufyribyrgjan.
7. September er skeið fyri heilsustarvsfólk, har Peter Thybo fer at undirvísa í endurvenjing, rehabilitering, umsorgan, røkt og undirvísing til fólk, sum hava fingið heilaskaða og førleikamiss.
Feløgini bæði, sum skipa fyri tiltøkunum, vilja serliga leggja dent á týdningin av at eldast virkin og at menna heilsu, eisini á eldri árum.
Árið 2012 er av ES útnevnt at vera "Ár teirra eldru", har evnið er at eldast virkin og samanhald millum ættarliðini.