Varpa ljós á álvarsligu demens-sjúkuna

- Sjúkan rakar eisini avvarðandi, sum mangan kenna seg einsamøll og máttleys.

 

Í kvøld klokkan 19 verður kunningarkvøld á Heiminum á Sýnini í Vágum. Kvøldið verður fyri avvarðandi hjá borgarum við sjúkuni demens.

 

- Tað gerast alsamt fleiri, sum fáa staðfest demens. Sjúkan rakar eisini avvarðandi, sum mangan kenna seg einsamøll og máttleys.

 

Í kvøld verður møguleiki at hoyra, hvat Alzheimersfelagið ger fyri at varpa ljós á hesa álvarsligu sjúku, og hvussu tey stuðla og hjálpa borgarum og teirra avvarðandi.

 

- Vit eru so heppin at hava fingið Svannu Jákupsdóttir, sum er avvarðandi, at koma og siga frá síni søgu.

 

Eldraráðið og Vesturvón, sum skipa fyri tiltakinum, vísa á, at Svanna Jákupsdóttir eisini hevur givið út eitt yrkingasavn.

 

- Savnið snýr seg um at vera nær einum menniskja, sum spakuliga forferst og hvørvur, og savnið viðger eisini kenslur og tankar, sum fylgja við, tá ein av okkara næstingum alt ov ungur verður ólekjandi minnisveikur.

 

Í Vágum siga tey seg vóna, at tiltakið í kvøld verður við til at skapa sambond millum avvarðandi hjá fólk við demens.