Várskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni komið at enda

Fríggjadagin hevur verið endahald og harvið er Várskeiðið 2024 komið at enda. Tað hava verið 20 fantastiskar vikur við nógvum stuttligum og avbjóðandi løtum. Næmingarnir hava verið á skíferð, gingið alla suðuroynna, lopið á sjógv, klintrað, runnið marathon, dansað, gjørt mat, ruddað, kappast og mangt mangt annað. Men mest av øllum, hava tey knýtt vinarbond fyri lívið.

 

Takk fyri eitt fantastiskt skeið, øll somul, skrivar Ítróttaháskúlin á sínum vanga á facebook, har fleiri myndir eisini eru at síggja.