Við at vaska hendurnar væl kunnu vit sleppa undan bæði krímsjúkum og øðrum sjúkum, siga granskararnir John Oxford og Rob Lambkin við Queen Mary`s School of Medicine í London við BBC News
At "vaska hendur" er eitt orðafelli, ið vanliga verður brúkt um ein persón, sum vil reinsa seg sjálvan í einum ella øðrum samanhangi. Men í samband við krímsjúkur og aðrar sjúkur er tað ein góður máti at verja seg uppá.
John Oxford og Rob Lambkin við Queen Mary`s School of Medicine í London halda upp á, at um øll vaskaðu hendur sínar væl, vildi vandin fyri sjúkum verið munandi minni. Sjálvt vandin fyri fuglakrím hevði verið minni, um fólk hugsaðu meira um reinføri, siga teir.
Tað er ikki so nógv sum skal til. Eitt vanligt vask við heitum vatni, sápu og einum reinum handklæði ella pappíri at turka sær við er nokk.
Kanningar vísa, at virus kann yvirliva á hondunum í fleiri tímar og spreiða seg við beinleiðis sambandi millum fólk.
Granskararnir fílast á, at persónliga reinførið er fallið seinast árini. Fyri at minka um virussmittuna er tað at vaska hendurnar væl eitt minstakrav. Tá tað er gjørt, skal man eisini halda alt annað reint, so sum borð, telefonir og hurðahandtøk, søgdu John Oxford og Rob Lambkin herfyri við BBC News.