Vaskikonurnar hjálptu

Leygarnáttina sat ein maður innistongdur á einum vesi í Havnar Klubba

Klokkan 7.47 leygarmorgunin ringdi ein ólukkuligur maður til politiið í Havn.
Hann var sovnaður á einum vesi í Rex, og tá ið hann vaknaði, fekst hurðin ikki upp. Starvsfólkini høvdu av eini ella aðrari orsøk ikki kannað, um nakar var inni, tá ið tey læstu og fóru heim.
Politiið fór so at kanna, hvør hevði verið til arbeiðis. Ringt varð til fleiri, men øll lógu í fasta svøvni, tí tey høvdu arbeitt alla náttina.
Hálvan annan tíma kom bjargingin, tí tá komu vaskikonurnar, og tær høvdu lyklar.