Vátari og lýggjari

Fleiri lágtrýst og tilhoyrandi brúgvaløg flyta seg komandi vikuna inn yvir oyggjarnar av vestri og gevur óstøðugt veður.

 

Sunnumorgunin øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, seinnapartin andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt ælið, møguliga vátaslettingur. Hitin millum 2 og 5 stig. Mánanáttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, og tað verður regn ella vátaslettingur. Hitin upp í umleið 5 hitastig.

 

Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s, sum út á dagin snarar í ein útsynningi og verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og fyrrapartin regn, seinni yvirhøvur turt. Um náttina verður lot til andøvsgul av suðri ella ymsum ættum, undir 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum 1 kuldastig og 3 hitastig.

 

Mikudagin øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s, men út á dagin makar hann vindin og um náttina verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin um 2 til 5 stig, um náttina niður móti frotsmarkinum.

 

 

Hósdagin verður lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, sum út á dagin øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Um náttina snarar hann aftur í ein norðan og landnyrðing. Yvirhøvur skýggjað og stundum avfall, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin alt samdøgrið verður millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Fríggadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, og samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 5 hitastig.