Vátir dagar fyri framman

Enn er veðrið óstøðugt og komandi dagarnar koma fleiri brúgvaløg framvið Føroyum av útsynningi. Stundum verður eisini nógvur vindur.

 

Fyrrapartin verður andøvsgul upp í stívt andøvsgul av suðri, 7 til 10 m/s, sum seinnapartin øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, og sum snarar í ein vestan. Skýggjað og regn, men seinnapartin klárar í av vestri, tó okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 6 stig. Um náttina makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s. Sum frá líður verður yvirhøvur turt og stundum klárt og hitin millum frostmarkið og fýra hitastig.

 

Í morgin verður fleyr til gul av suðri, 2 til 5 m/s, og um náttina øtlar hann vindin upp í lot til andøvsgul av landsynningi, 4 til 7 m/s. Turt og sólglottar, hitin um 6 stig, um náttina um 3 stig.

 

Hósdagin øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum seinnapartin snarar í ein útsynning og vestan. Skýggjað og regn av vestri, seinni klárar í, tó verður okkurt ælið. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina okkurt ælið og hitin niður í 3 stig.

 

Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar niður í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt ælið, møguliga heglingur. Um náttina skýggjað og regn úr suðri. Hitin alt samdøgrið um 5 hitastig.

 

Leygardagin øtlar hann sum frá líður vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum um náttina snarar í ein vestan. Skýggjað og regn meginpartin av degnum, um náttina klárar tó í og okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið um 7 stig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og suðri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn ella sirm. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.