Vatn funnið undir ísinum á Mars

Leingi hevur verið leitað eftir vatni á Mars, og nú hava granskarar nokk funnið eitt stórt vatn undir ísinum

Granskarar hava funnið tað, teir rokna við er eitt stórt vatn undir ísinum á Mars. Tađ skriva fleiri altjóða miðlar í dag.


Vatnið liggur 1,5 kilometrar undir ísinum, og hetta er á suðurpólinum á reyðu gongustjørnuni. Tað er um 20 kilometrar í tvørmáti, og hetta er fyrstu ferð, at flótandi vatn er funnið í so stórum høpi á Mars.

 

Italiensku granskararnir hava funnið útav hesum við at analysera radaramyndir frá fylgisveininum, Mars Express. Sambært granskarunum er møguleiki fyri smáverulívfrøðiligum lívi í vatninum, sum er av saltvatni.

 

Leingi hevur verið leitað eftir vatni og lívi á Mars, og hetta er sambært altjóða miðlum eitt stig á leiðini. Mann hevur ofta funnið ís og tekin uppá vatn, men ongantíð er nakað sum hetta funnið fyrr. Men hetta er ikki prógv um, at har er nakað lív á gongustjørnuni, men vatn er neyðugt fyri at lív skal vera, so granskarar meta hetta vera søguligt.