Tað eru nú, nøkur ár síðani borgararnar í Lopra og Økrum, fingu vatnið úr
bergholinum. Landsverk er nú í ferð við at gera nýggjar mátingar yvir hvussu nógv vatn kemur úr bergholinum.
Kommunan fer í holt við at leggja vatnveiting úr Sumbiarbergholinum til Sumbiar, so skjótt neyðug loyvir eru fingin til vega. Kommunan veit ikki á núverandi støði, at siga nær borgararnir í Sumba kunnu vanta, at vatn úr Sumbiarbergholinum kemur at renna úr teirra kranum.
Íløgan vil kosta umleið tvær milliónir krónur. Í hesum sambandi verður kommunan noydd til at upptaka lán.