Vatnflóð í Fraklandi

Tað hevur regnað so illa har suðuri í Fraklandi, at stór øki standa undir vatni, tí at áirnar eru farnar upp um áarbakkarnar. Myndugleikarnir hava lýst neystøðu í summum økjum, og higartil eru trý fólk funnin deyð, skrivar AFP.

Í fleiri býum og bygdum standa vegir og hús undir vatni, og myndugleikarnir hava sent tyrlur at bjarga fólki av húsatekjum. Ringast stendur til í landslutinum Var. Har eru 1.600 fólk rýmd heiman, og meiri enn 4.000 húsarhald hava mist streymin.

Tað nógva regnið hevur eisini gjørt stóran skaða Norðuritalia og í Norðurspania.