Vatnflóð í Pakistan

Tað hevur regnað rættiliga illa í Pakistan í hálvan annan mánað, og sambært fronsku tíðindastovuni AFP hava minst 455 fólk latið lív í regninum, sum eisini hevur ávirkað gerandisdagin hjá meiri enn fimm milliónum pakistanum.

Í Sindh-landspartinum, sum er í landssynningspartinum av landinum, hevur tað regnað serliga illa, men tað hevur eisini verið nógv avfall í landspørtunum Punjab og Baluchistan.

Pakistonsku myndugleikarnir siga, at meiri enn 250.000 fólk hava búð í tjøldum síðani tíðliga í september, tí tey sleppa ikki til hús fyri vatnflóðini. Sjónvarpið CNN sigur, at umleið 15.000 bygdir standa undir vatni, og at húsini eru oyðiløgd ella skolað burtur.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at vatnflóð er í Pakistan. Í fjør doyðu 470 fólk í vatnflóð, og í Sindh-landspartinum mistu bóndurnir 80 prosent av grøðini.