Myndugleikarnir í Teilandi hava lýst undantaksstøðu í fleiri landslutum, eftir at áhaldandi regn hevur oyðilagt vegir, brýr, jarnbreytir og elveitingina. Ringast stendur til í landspartinum Nakhon Si Thammaat einar 600 kilometrar sunnan fyri høvuðsstaðin Bangkok, og har hava myndugleikarnir boðsent mannsterkum bjargingarliðum at hjálpa teimum neyðstøddu. Øll flogferðsla er avlýst, og allar ferjur liggja við bryggju.
Veðurmenninir siga, at óvanligur kuldi úr Kina er komin inn yvir norðara part av Teilandi og hevur elvt til nógv regn har, og veðurmenninir vænta uppaftur meiri regn teir næstu dagarnar, skrivar Reuters.