Ongar kloakkir veðra veittar út í Leitisvatn. Søgur um, at kloakkir úr Vatnsoyrum liggja út Vatnið, eru ikki sannar.
Í samband við grein, sum mikudagin stóð í Sosialinum um, at Miðvágs Kommuna tekur vatn úr Leitisvatni, hevur onkur lesari vent sær til blaðið við fyrispurnigni um, hvussu reint vatnið er, sum miðvingar skulu drekka.
Víst er í fyrispurnginum á, at tað verður sagt, at vatnsoyrarfólk lata sít avlát fara í Leitisvatn, og at tað ikki kann vera serliga hugaligt hjá miðvingum at vita sær, at tey skulu drekka kloakkvatn úr Vatnsoyrum.
Men tað er púra burturvið við slíkum søgum, kunnu bæði miðvingar og onnur ugga seg við.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Miðvágs Kommunu. Men borgarstjórin í Sørvágs Kommunu, Eivin Jacobsen, sigur, at kloakkinar úr Vatnsoyrum verða førdar ut á sjógv uttarlaga á Sørvágsfirði. Og tað hava tær verið í rímiliga nógv ár nú, sigur hann.
Í samband við, at vatnveitingin í Sørvági fyri árum sían varð løgd frá Sørvágsvatni, var samstundis løgd kloakkleiðing úr Vatnsoyrum í somu gravir, sum vatnrørini, og so varð alt pumpað til Sørvágs.
Kloakkirnar úr Vatnsoyrum eru undir eftirliti av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni lagdar út so mikið uttarlaga á firðinum, at eingin ivi er um, at avlopið fer til havs. Útskiftining er stór á Sørvági, so har er alt í lagi.
So miðvingar kunnu vera púra tryggir við tað vatn, teir fáa úr nýggju vatnleiðingini, sigur borgarstjórin í Sørvági.