Vatnið argar kollfirðingar

Vatndeildin hjá Tórshavnar Kommunu hevur trupult við at finna útav, hví drekkivatnið á Signabø og Oyrareingjum framvegis er dálkað

Tað gongur nú á triðju viku, uttan at greiða fæst á, hví vatnið á Signabø og Oyrareingjum er dálkað.

 

Vatnroyndir tiknar fríggjadagin 1. august norðuri í Sundum, á Langasandi, á Oyrareingjum og á Signabø vístu smáar nøgdir av bakterium á Oyrareingjum og á Signabø. Talan er um koliformar bakteriur, og á Signabø eisini e-coli bakteriur. Tí varð mælt fólki til at kóka drekkivatnið.

 

Líka síðani hevur Vatndeildin hjá Tórshavnar Kommunu roynt at finna fram til, hví vatnið er dálkað. Men higartil uttan úrslit.

 

Í dag, hálva triðju viku seinni, er støðan tí hin sama, og nú biður Vatndeildin fólk á staðnum um hjálp.

 

- Leita verður eftir brekinum, og vónandi verður trupulleikin loystur skjótt. Men um onkur á Signabø heldur seg vita, hvør orsøkin kann vera, so er viðkomandi vælkomin at boða frá, sigur Viggo Christiansen, leiðari á Vatn- og gøtuljósdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

 

Sambært kommununi eru fleiri útskolingar gjørdar, umframt at alt vatnið er klorað. Men framvegis eru bakteriur at finna í drekkivatninum á Signabø.

 

- Niðurstøðan hjá okkum er, at dálkað vatn á onkran hátt setur inn í drekkivatnskervið, og hetta hóast høga trýstið á vatnleiðingini, sigur Viggo Christiansen.

 

Vatnmeistarin biður tí fólk á staðnum um at boða sær frá, um tey halda seg vita okkurt. Til ber at ringja til Snarskivuna við boðum, tel 302010.