”Vatnkríggið nógv tað besta”

So avgjørdur er 12 ára gamli Ólavur Klein Lydersen, tá hann verður spurdur um, hvat er stuttligast á sjómannadegnum

Sjómannadagur

 

- Her er nógv stuttligt at fara til, men vatnkríggið í bátunum var alvorliga gott. Tað lógu ein rúgva av smábátum á kaiini, og man fór bara uppí onkran bát. Í bátinum, sum eg var við, vóru eini 8 børn og eini 10 vaksin, sigur Ólavur Klein Lydersen.

Hann sigur, at hetta var í besta sjónrænarastíli, har allir bátarnir bardust móti hvørjum øðrum.

- Á takinum sat eisini ein maður og spældi uppá ein trummu, so tað veruliga kom ein krígsstemningur í. So, onkuntíð sníkti man seg inn á ein bát og gjørdi eitt ordiligt álop við vatnspularum og vatnballónum,” sigur Ólavur smílandi, meðan hann leggur aftrat, at tað aðrar tíðir vóru bátar, sum sníktu seg inn á teirra bát og gjørdu tað sama.

Hann sigur, at tað allarbesta var, tá hann tók eina vatnballón, siktaði og rakti ein mann beint á høvdið.

 

Einki var turt

- Á landi stóðu nakrir menn og spulaðu við tjúkkum brandslangum, og einaferð meðan eg vendi rygg til, bleiv eg spulaður mitt á ryggin. Trýstið var so kraftigt, at eg eina lítla løtu misti balansuna og fór nøkur fet fram. Men eg fekk tó hildið mær á fótum, leggur Ólavur aftrat.

Hann sigur, at tá vatnkríggið var liðugt, var hann so rennvátur.

- Har var ikki eitt turt stað eftir á kroppinum. Men tað bilti ikki so nógv, tí tað kundi mamma taka sær av, tá eg kom heim, sigur Ólavur Klein Lydersen flennandi.