Vatnkríggj um oyggjar

Eitt japanskt sjóverjuskip forðaði í dag einum taiwanskum fiskiskipi at seta fólk upp á eina av teimum oyggjunum, sum Japan, Kina og Taiwan striðast um.

-Skipini skutu við vatnkanónum eftir hvør øðrum, sigur ein talsmaður fyri taiwansku myndugleikarnar við fronsku tíðindastovuna AFP. Hann sigur, at tað taiwanska skipið ætlaði at seta trý fólk upp á oynna, har tey skuldu seta eina gudastandmynd, sum eftir gomlum siði verjir taiwanskar fiskimenn.

Japanska sjóverjan hevur váttað, at eitt av hennara skipum hevði ein lítlan samanbrest við eitt taiwanskt fiskiskip.

-Okkara vaktarskip royndi at forða skipinum at koma inn á okkara øki við at leggja seg fyri tað og við vatnkanónini. Tað taiwanska skipið vendi og fór burtur frá oynni, sigur japanska sjóverjan í tíðindaskrivi.

Viðurskiftini millum Japan og Kina eru versnað rættiliga nógv orsakað av stríðnum um oyggjarnar, sum bæði londini kanna sær. Taiwan sigur seg eisini hava rætt til oyggjarnar.