Vatnmeistari til Sands kommunu

Starvið sum vatnmeistari í Sands kommunu er leyst at søkja.

 

Kommunan er lítil í fólkatali, umleið 540 fólk, men stór  í vavi. Økið tú skal taka tær av er nærri lýst niðanfyri.  

 

Høvuðsuppgávur

 

  • Hava eftirlit við og viðlíkahalda alt vatnøkið, herundir reinsiverkið.
  • Viðlíkahald og útbygging av vatnkervinum
  • Ráðgeva kommununi á økinum
  • Samskifta við veitarar og borgarar
  • At skráseta vatnleiðingar og leiðingar annars í lendinum í Sands kommunu.

 

 

 

Talan er um parttíðar starv, har starvsbrøkur verður avtalaður við umsitingina

 

 

 

Løn

Lønin er sambært sáttmála millum KAF og føroya  handverkarafelag

 

 

 

Umsóknin

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Hera Sverrason, borgarstjóra á telefon  211930

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 04. desember 2023. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til: sandur(at)sandur.fo – viðmerk “Starvsumsókn”