Vátt og kalt

Várveðrið bíðar nakað enn, um danska veðurstovan DMI fær rætt í síni forsøgn.

Eitt hágtrýst yvir Norðhavinum fer spakuliga í ein útsynning, yvir Føroyum, og síðani streymar aftur køld og óstøðug luft pólluft oman yvir Føroyar úr norði.

 

Seinnpartin verður strúkur í vindi upp í skrið av norði, 13 til 18 metrar um sekundið. Mest skýggjað við regn-, vátaslettings- ella kavasælum. Hitin úr frostmarkinum og upp í fimm hitastig, um náttina millum frostmarkið og trý hitastig. Út á dagin snarar hann í ein útnyrðing og út á náttina í vestan.

 

Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 metrar um sekundið, sum frá líður makar hann vindin niður í eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind             og snarar í ein útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið.  Skýggjað og regn, fyrrapartin vátaslettingur ella kavi. Hitin fer upp í eini fimm hitastig. Um kvøldið og náttina makar hann vindin aftur, niður í eitt gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Framvegis skýggjað við regni og hitin millum trý og seks stig.

 

Týsdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekdunið, sum snarar í ein eystan og landnyrðing, og øtlar til eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður og hitin millum fimm og átta stig.

 

Mikudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum snarar í ein landnrðing og norðan. Samdrigið og okkurt æli og hitin millum fimm og átta stig, um náttina millum tvey og fimm stig.

 

Hósdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av norði og landnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið. Sum frá líður makar hann vindin niður í eitt lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin um fýra stig og um náttina niður í beint undir frostmarkið.

 

Fríggjadagin verður eitt lot til andøvsgul av norði og landnyrðingi, 3 til 8 metrar um sekundið. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin um dagin um fýra stig, um náttina niður í beint undir frostmarkið.