Eitt lágtrýst millum Ísland og Grønland fer í ein landnyrðing og tilhoyrandi brúgvaløg fara framvið Føroyum í nátt. Síðani streymar lýggjari luft yvir Føroyar úr útsynningi.
Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, men út á kvøldið makar hann vindin nakað. Skýggjað og regn av og á, men seinnapartin meiri regn av vestri. Í nátt klárar nakað í, men tó verður enn okkurt æli.
Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, men um náttina makar hann vindin nakað, niður í andøvsgul upp í ein strúk. Samdrigið, sólarglottar, men okkurt æli. Hitin um átta stig, um náttina niður í trý stig.
Mikudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi, sum fer niður í eitt gul til stívt andøvsgul av vestri. Samdrigið, men okkurt æli. Hitin millum fýra og átta stig.
Hósdagin og fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi. Turt og samdrigið og hitin millum fimm og tíggju stig.
Leygardagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi, seinni eitt gul til stívt andøvsgul av vestri. Skýggjað og stundum regn, síðani klárar í og tað verður turt. Hitin millum fýra og átta stig.