Víkingur váttar í dag tíðindini, sum In.fo kom við í gjár, um at Gunnar Vatnhamar verður seldur til íslendska navnafelagið Víking Reykjavík. Talan er eins og við Noah Hans Mneney, ið fór til Bryne í Norra, um ein sølu.
Gunnar Vatnhamar hevði sáttmála við Víking, men er blivin keyptur leysur av íslendska felagnum, sum bleiv meistari fyri tveimum árum síðani. Tað er við blandaðum kenslum, at Víkingur boðar frá søluni.
- Tað er við blandaðum kenslum, at vit kunngerða at Gunnar Vatnhamar hevur gjørt eina tvey ára avtalu við Víking Reykjavík, sum spælir í bestu deildini í Íslandi. Vit eru sjálvandi sera stolt av, at enn ein av okkara uppældu spælarum verður seldur til útlandi, men samstundis er tað ein stórur missur, at Gunnar nú ikki verður partur av hópinum hjá okkum framyvir, skriva Víkingur og leggur afturat:
- Skiftið fer fram beinavegin, og tí hevur Gunnar longu spælt sín síðsta dyst fyri okkum á hesum sinni. Velur Gunnar at flyta aftur til Føroyar einaferð í framtíðini, veit hann sjálvsagt at dyrnar altíð standa opnar fyri honum í Sarpugerði.
Tað verður ikki upplýst hvat Gunnar Vatnhamar kostaði, men sum skilst er talan helst um eina pena upphædd fyri ein føroyskt felag. Søgan sigur, at Víkingur hevur havt lítlan áhuga at selja landsliðsspælaran, sum eisini tryggjar felagnum nógvar landsliðspengar.