Jóannes Bjartalíð hevur skift til Fredrikstad

Betri deildin menn: Fredrikstad FK hevur kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Jóannes Bjartalíð

Mynd: (Fredrikstad FK)

Fredrikstad FK hevur kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Jóannes Bjartalíð. Tað váttar felagið í sjónbandabrotið í dag. Hann fer saman við Mikkjali K. Thomassen til norskan fótbólt og Fredrikstad FK, sum spælir í næstbestu deildini. Felagið boðar frá, at sáttmálin er galdandi fram til endan av 2025. 

 

- Eg eri ótrúliga fegin um, at hava gjørt sáttmála við FFK. Tað er ein dreymur at koma hertil og byrjað eitt kapittul, sigur Jóannes Bjartalíð.

 

In.fo skrivaði í gjár:

 

Nógv bendir á, at Jóannes Bjartalíð ein av komandi døgunum verður seldur til Fredriksstad FK í Norra. Tað er sama felagið, sum fyri kortum keypti venjaran hjá KÍ, Mikkjal K. Thomassen, leysan.

 

Norðlýsið skrivar, at tað væntandi verður kunngjørt ein av komandi døgunum. Møguliga so tíðliga sum í dag. Tað verður sagt úr Klaksvík, at Jóannes Bjartalíð er í Norra í løtuni í samband við skiftið.

 

Tað er eftirhondini hent nógv, síðani KÍ vann FM. Mikkjal K. Thomassen er seldur til Fredrikstad FK, Magne Hoseth er settur sum nýggjur venjari, og nú er líkt til at ársins spælari í felagnum, Jóannes Bjartalíð eisini er seldur til norskan fótbólt.

 

Mynd: (Fredrikstad FK)